Liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík vann á útivølli 2-1 á Flora Talinn í Estlandi í seinna undankappingardystinum í triðja undanumfarinum í Conference League.
Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1, og vann Víkingur sostatt samlað 3-2.
Gunnar sum ikki var við fyrra undankappingardystin móti Flora Talinn var við í returdystinum í Talinn.
Aron Elís Þrándarson legði Víking á odda longu í sætta minutti, og í 36. minutti økti Nikolaj Hansen til 2-0.
Markus Soomets fekk spenning í dystin aftur fyri Flora Talinn, men heimaliðið kom ikki nærri enn tað.
Flora Talinn-Víkingur Reykjavík 1-2 (0-2) - Víkingur vinnur samlað 3-2.
0-1 Aron Elís Þrándarson ('6)
0-2 Nikolaj Hansen ('36)
1-2 Markus Soomets ('53)
HER ber til at síggja málini frá dystinum Flora Talinn-Víkingur Reykjavík 1-2 (0-2):
##med2##
Víkingur Reykjavík møtir nú Santa Coloma úr Andorra í tveimum Play Off dystum, og Morgunblaðið nevnir tað sum ein risastóran møguleika hjá Gunnari og liðfeløgunum at vinna seg í bólkaspælið í Conference League.