VIDEO: Sonni Ragnar var loksins við á liðnum hjá Dundalk aftur

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Finn Harps-Dundalk 1-1 (1-0)

Fyri fyrstu ferð í átta dystum var Sonni Ragnar Nattestad við aftur á liðnum hjá Dundalk FC í bestu írsku fótbóltsdeildini.

 

Aftaná landsdystirnar móti Moldova, Eysturríki og Skotlandi mátti Sonni Ragnar í eitt langt sóttarhald á einum gistingarhúsi, men nú hevur hann aftaná nakrar vikur strítt seg innaftur á liðið.

 

Í vikuskiftinum leikti Dundalk javnleik 1-1 á útivølli móti Finn Harps. Heimaliðið kom á odda 1-0 tá 20 minuttir vóru farnir. Stutt aftaná steðgin javnaði fyrrverandi KÍ-arin, Ole Erik Midtskogen til 1-1 við einum góðum stútara.

 

Sonni Ragnar Nattestad var við í onkrari góðari álopsstøðu hjá Dundalk har hann við góðum stútara legði inn fyri í brotsteigin hjá Finn Harps. Sonni Ragnar fekk eisini eitt gult kort tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.

 

Fríggjakvøldið klokkan 19.45 tekur Dundalk móti oddaliðnum, Shamrock Rovers á heimavølli.

 

Shamrock Rovers hava 27 stig aftaná átta sigrar og tríggjar javnleikir í 11 dystum. Dundalk er nummar sjey av teimum 10 liðunum í deildini við 11 stigum fyri 11 dystir. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Finn Harps og Dundalk:

 

##med2##