Tað stóð illa til hjá føroyska kvinnulandsliðnum á Laugardalsvøllinum í Reykjavík ígjár, tá tær spældu HM-undankappingardyst ímóti Íslandi.
Ísland vann ikki minni enn 8-0. Longu í steðginum var Ísland á odda 4-0. Skothagtølini vóru 32-0 til Ísland, so talan var veruliga um einvegis ferðslu. Men íslendska liðið er sterkt, og hevur á tveimum sinnum kappast í EM-endaspølum.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini og málini frá HM-undankappingardystinum millum kvinnulandsliðini hjá Íslandi og Føroyum.
Komandi uppgávan hjá Føroyum verður á útivølli ímóti Týsklandi. Tann dysturin verður spældur týsdagin 24. oktober.