VIDEO: Sum tá ein lítil norsk bygd vinnur á einum stórbýi

(Video) Síggj og hoyr eitt videobrot norska VG hevur um móttøkuna KÍ fekk tá teir komu aftur úr Ungarn

Størsti miðilin í Noregi, VG (Verdens Gang) hevur gjørt rættiliga nógv burturúr glæsiliga 3-0 sigrinum hjá KÍ á Ferancvaros í Champions League undankappingardystinum í Budapest í farnu viku.

 

HER  ber til at síggja eitt videobrot, ið VG hevur lagt út um móttøkuna KÍ fekk í Klaksvík, tá teir komu aftur úr Budapest. 

 

Í videobrotinum er ein lítil samrøða við høvuðsvenjaran hjá KÍ, norska Magne Hoseth.

 

Magne Hoseth samanber sigurin við, at tað svarar til, at ein lítil bygd í Noregi vinnur á einum stórbýi. 

 

Magne Hoseth staðfestir eisini, at tað hevði verið søguskriving fyri føroyskan fótbólt um KÍ megnar at vinna seg í eitt bólkaspæl.