Tó tað neyvan er reyð saft, so er tað soleiðis Jón Bjarnason, víðagitni svimjivenjarin, lýsir støðuna í Pálshøll fyrr í dag.
Tí á Facebook hava hann og aðrir fastir gestir í langhylinum lagt videobrot út, har tað sær út sum, at Pálshøll er litað við reyðari saft.
Við in.fo sigur Jón Bjarnason í kvøld, at talan er um eina sokallaða "flow" roynd. Talan er um støðu, har tey eftirkannað reinsianleggið og serstakliga dysturnar í botninum av hylinum.
- Tá ið liturin verður førdur í anleggið, síggja vit reyða litin koma upp frá botninum gjøgnum dysurnar. Hetta er púra ófarligt og er næstan heilt burtur longu nú, sigur Jón Bjarnason.
Víðari greiðir hann frá, at svimjararnir, sum hava svomið í reyða vatninum, hava hildið tað verið ein rættiliga stuttlig broyting frá vanligu venjingunum.
Trýst á pílin omanfyri á sí videobrot, sum Jón Bjarnason hevur tikið.