Tað byrjaði við, at Jóhan á Plógv Hansen fór aftaná gummuni, Marjun á Plógv, til barnavenjing í Kyndli. Hann vildi verða málmaður eins og gumman, men hevði eisini eina fyrimynd í fótbóltsspælaranum, Ronaldinho.
Síggj samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini
Ein lagnudag í høllini verður avgerðin tikin. Jóhan á Plógv Hansen velur hondbóltin fremst og tað sum høgri bakkur og høgri vongur. Stutt seinni verður hann bjóðaður til Danmarkar, har Skanderborg tekur ímóti.
“Tú rann skjótt og hoppaði høgt, men hondbólt dugdi tú ikki at spæla”. Orðini eigur gamli venjarin hjá honum í Skanderborg. Føroyski vongurin, sum umboðar Danmark á landsliðsplan, hevur ikki altíð verið besti hondbóltsspælarin.
- Hevur tú nakrar fysiskar eginleikar, sum onnur kanska ikki hava, so kanst tú koma langt, tí at finta og annað kanst tú læra. Tað var mítt talent, tí eg var ikki nakað sjónligt hondbóltstalent, sigur Jóhan á Plógv Hansen.
Í samrøðuni fortelur hann eisini um, hvussu hann er annað val á U18 liðnum, men at tveir skaðar gera, at hann brádliga stendur á vøllinum fyri besta liðið. Í dag spælir Jóhan á Plógv Hansen fyri Bjerringbro-Silkeborg, stytt BSV.