Video: Tað var ikki lætt at taka avgerðina

Síðani 2000 hevur fuglfirðingurin Øssur Mohr virkað sum listamálari burturav. Hann byrjaði at mála í 1980’unum, og gjøgnum 1990’ini vant arbeiðið við listini alt meira upp á seg, samstundis sum hann hevði vanligt arbeiði.

– Eg hugsaði í fleiri ár um at fara at mála burturav, men tað var ikki lætt at taka avgerðina. So ein dagin í november í 2000, eg minnist væl dagin, tók eg bara avgerðina og gjørdi tað, og eg havi ikki angrað tað eina løtu síðani, sigur Øssur Mohr.

– Í Føroyum spyrja fólk altíð hvønn annan, hvat tey gera. Fyrstu tíðina, eftir at eg fór at arbeiða við list burturav, svaraði eg, at eg málaði. Tá var næsti spurningurin ofta: Hevur tú einki ordiligt arbeiði? Tað vandi eg meg við, sigur hann.


Síðani 2013 hevur Øssur Mohr verið búsitandi í Danmark, men Føroyar spæla framvegis ein týðandi leiklut í hansara list, og hann vitjar nakrar ferðir um árið í Føroyum at fáa íblástur til listina.

Omanfyri ber til at síggja video-samrøðu við Øssur Mohr.