VIDEO: Tað ørasta sjálvmálið í 2023

(Video) Síggj málverjan hjá Hamburger SV, Heuer Fernandes skora eitt púra ørt sjálvmál í grannauppgerð móti St. Pauli

Fríggjakvøldið var granna- og oddauppgerð í aðru bundesligu í Týsklandi millum býarbørnini, St. Pauli og Hamburger SV. 

 

Dysturin endaði við javnleiki 2-2, men tað sum stendur eftir aftaná dystin er øra sjálvmálið málverjin hjá HSV, Heuer Fernandes gjørdi í 27. minutti í fyrra hálvleiki.

 

Heuer Fernandes fær ein torføran bólt spældan til sín, ið hann ætlar at medda langt burtur, men kemur ólukkutíð at medda bóltin í egið net til støðuna 2-0 til St. Pauli, ið eisini var hálvleiksstøðan. 

 

Í seinna hálvleiki megnaði Heuer Fernandes tó at halda málið reint, og HSV megnaði at skora tvær ferðir og tryggja sær ein javnleik.

 

St. Pauli er fremst í 2. bundesligu við 31 stigum. Nummar tvey er HSV við 28 stigum. 

 

HER ber til at síggja sjálvmálið, ið helst man vera ørasta sjálvmálið í 2023:

 

##med2##