VIDEO: Tapið hjá Týsklandi og javnleikurin hjá Brasil

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystunum Meksiko-Týskland 1-0 (1-0) og Brasil-Sveis 1-1 (1-0)

Verandi heimsmeistarar, Týskland heilkiksaðu ímóti Meksiko tá teir taptu 0-1 ímóti Meksiko, og HM-favorittarnir, Brasil hálvkiksaðu ímóti Sveis, tá teir máttu noyðast við javnleik 1-1 ímóti væl skipaða sveisiska liðnum.

 

Hirving Lazano gjørdist stóra hetjan hjá Meksiko. tá ið hann fintaði seg framvið týska høgra bakkinum, og setti bóltin flott í netið aftanfyri Manuel Neuer í týska málinum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Meksiko og Týskland. 

 

Brasil hevði bóltin mest í fyrra hálvleiki í dystinum ímóti Sveis, og fekk spælt seg til nakrar fínar málmøguleikar. Oftast stóðu teir báðir Neymar og Coutinho fyri royndunum, og tað var Coutinho, ið eftir einar 20 minuttir sparkaði eitt framúr flott langskot í málið, eftir at hann hevði fanga bóltin í vinstru nakað uttan fyri brotsteigin.

 

Eftir hetta settu brasiliumenn leikferðina nakað niður, og tað var nú longur millum møguleikarnar.

Fimm minuttir eftir hálvleikssteðgin revsaðu Sveisarir hesum, tá ið eitt hornaspark endaði fyri pannuni á Steven Zuber, ið setti bóltin hart í málið. Brasiliumenn vildu vera við at teir áttu fríspark í støðuni, men dómarin viðurkendi málið.

 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Brasil og Sveis.