VIDEO: Síggj tey 17 málini Bjarni skoraði móti Viking TIF

(Video) Norska TV2 hevur gjørt eina videokavalkadu við teimum 17 málunum Bjarni í Selvindi skoraði móti Viking TIF ígjár

Bjarni í Selvindi gjørdi veruliga vart við seg í bestu norsku hondbóltsdeildini ígjár.

 

Kristiansand var í Bergen fyri at spæla týðandi dyst í botnstríðnum móti Viking TIF.

 

Kristiansand vann aftaná ein málríkan dyst 43-38 á Viking TIF. Í steðginum var Kristiansand á odda 22-21.

 

Bjarni skoraði heili 17 mál í dagsins dysti. Og hann skoraði upp á 17 av 18 málmøguleikum í dystinum. Harumframt legði Bjarni upp til tvey onnur mál.

 

HER  ber til síggja eina videokavalkadu hjá norska TV2 við teimum 17 málunum hjá Bjarna.

 

Øll málini eru góð, men mál nummar 16 er serliga vakurt. 

 

Kristiansand er nú næstaftast í deildini við 11 stigum. Men teir hava nú seks stig niður til Viking TIF á aftasta plássinum.

 

Komandi sunnudag hevur Kristiansand dyst á heimavølli móti Elverum.