Mikukvøldið taptu Daniel Johansen og liðfelagarnir í Thisted, ið spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini 1-3 á heimavølli fyri superligaliðnum, Silkeborg í donsku steypakappingini.
Daniel og liðfelagarnir megnaðu at leypa hvøkk á superligaliðið tíðliga í dystinum.
Longu tá 17 minuttir vóru leiktir legði Ahmad Gero Thisted á odda 1-0 til stóra gleði fyri heimafjøldina. Daniel var við í uppspælinum til málið
Silkeborg kom tó skjótt yvir skelkin. Bert tríggjar minuttir seinni javnaðu teir til 1-1, og í steðginum var Silkeborg á odda 3-1, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.
- Tað er altíð avbjóðandi at spæla móti stórum liðum, og Silkeborg eru sera væl koyrandi í superliguni nú. So tað var stuttligt at sleppa at royna seg móti teimum. At vit megna at geva einum so góðum liði góða mótstøðu prógvar, at munurin er ikki so ræðuliga stórur, sigur Daniel í stuttari viðmerking til in.fo
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Thisted-Silkeborg 1-3 (1-3):
##med2##