Komandi mótstøðuliðið hjá B36 í øðrum undanumfarinum í Europa League á Tórsvølli komandi mikukvøld klokkan 19, TNS New Saints fekk eina munandi betri upptakt til dystin komandi mikukvøld enn B36 fekk ígjár.
Meðan B36 tapti greit 2-4, og var aftanfyri 0-4 móti NSÍ við Løkin í Runavík, so vann TNS New Saints greiðan 3-0 sigur á Barry Town United á útivølli ígjár.
Adrian Cieslewicz, ið er bróðir Lukasz Cieslewicz skoraði til 1-0 og til 3-0 til TNS New Saints. Øll málini komu í seinna hálvleiki.
Tað er tí eitt walisiskt lið við góðum sjálvsáliti, ið kemur til Føroya at spæla móti B36 í Europa League undankappingini.
Barry Town United er annars sama lið, ið tapti 1-5 móti NSÍ á Svangaskarði í undanundanumfarinum í Europa League.
HER ber til at hoyra samrøðuna YouTube-rásin hjá TNS New Saints gjørdi við Adrian Cieslewicz aftaná 3-0 sigurin ígjár. Í samrøðuni verður sjálvandi eisini nomið við Europa League dystin í Føroyum um tríggjar dagar. Adrian Cieslewicz er eitt sindur "óttafullur" um, at føroyska veðrið kann arga:
##med2##