Heini Vatnsdal var við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, Fremad Amager á heimavølli í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann 4-2 á FC Fredericia. Í steðginum var Fremad á odda 1-0, og tá 66 minuttir vóru farnir av dystinum hevði Fremad økt til 4-0. Seinastu løtuna slapp Fredericia at pynta um støðuna við tveimum málum.
Fremad Amager er nummar seks við 27 stigum. Seks stig eru niður til niðurflytingarstrikuna.
Fremad Amager spælir á útivølli móti Skive komandi sunnudag.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 4-2 sigrinum hjá Fremad Amager:
##med2##