VIDEO: Turkisk sjónvarpsfólk meta Besiktas fær tað lætt

(Video) Trý turkisk sjónvarpsfólk eru samd um, at tað einasta torføra við B36 er at úttala nøvnini

 

Í Turkalandi er fótbóltsáhugin risastórur, ikki minst tá talan er um dystir hjá Fenerbache, Galatasaray og Besiktas.

 

Í Besiktas høvdu tey næstan gjørt klárt til at fara ein stuttan túr til Montenegro at spæla ímóti OFK Titograd, men B36 vildi tað øðrvísi.

 

Tað kom beinavegin upp at venda í turkiskum sjónvarpi, har trý fólk, ein kvinnuligur vertur, og ein maður og ein kvinna sum bæði eru fótbóltskøn viðgjørdu uppgávuna hjá Besiktas sum nú er fyri framman tvær tær komandi vikurnar, har B36 er mótstøðuliðið í Europa League.

 

Vit hava fingið ein samandrátt frá einum føroyingi sum skilir turkiskt, og viðkomandi tekur soleiðis samanum tað sum sagt verður í turkiskum sjónvarpi um dystirnar millum B36 og Besiktas: "Tey tosa um hvussu Tórshavn og Føroyar úttalast. Tey siga, at í 26 dystum hevur bert eydnast føroyskum liðum at vinna tvær ferðir. Maðurin tosar um at Fenerbache hevur tvær ferðir spælt ímóti B36 Tórshavn i 2006-07 og vunnu stórt í báðum førum 0-4 og 0-5. Tey meta, at tað verður lætt hjá Besiktas at vinna í Havn."

 

At úttala føroysku nøvnini verður also einasti trupuleikin hjá Besiktas, men so kann Jákup á Borg bara fortelja sínum spælarum hvat turkiskt sjónvarp heldur um B36.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj innslagið við teimum sigursvísu fólkunum sum var í turkiskum sjónvarpi ígjár, stutt aftaná minniliga dystin millum OFK Titograd og B36 sum B36 vann 2-1.