Video: Tv2 vitjaði umborð á føroyskari slupp

Danskt filmslið hevði eina heldur frískliga løtu umborð á føroyska Álaborg

Føroyingafelagið í Aalborg fekk eina heldur stuttliga løtu uppá band, tá ið filmslið hjá miðlinum Tv2 NORD sendi beinleiðis í sambandi við Karneval í býnum. 

 

Tí tá ið sluppin og lítli trolari hjá Álaborg, sum er føroyingafelagið, komu framvið, ja so leyp frásøgukvinnan umborð og fekk eitt prát við Árna, skiparan. Tað skrivar felagið á heimasíðuni. 

 

Karneval í Aalborg er eitt stórt mentanarligt tiltak í Danmark, sum verður hildið í viku 21 á hvørjum ári. Fyrsta tiltakið av hesum slagið varð hildið 28. mai í 1983. Í dag spennir tiltakið seg yvir tvær vikur og inniheldur trý størri høvuðstiltøk. Tey eru International Parade, Børnekarneval og Stjerneparaden. Hendan seinasta endar við stórari veitslu í einari park í Aalborg, har kend donsk nøvn síðani framføra. 

 

Í ár vóru 80.000 fólk við í stóru gonguni, sum eitur Stjerneparaden, og yvir 150.000 áskoðarar sóu tær ymisku gongurnar. Sí videobrotið við at trýsta á pílin á myndini.