EHF hevur sett saman ein samandrátt av EM-undankappingardystinum millum Ukraina og Føroyar, ið føroyska manslandsliðið tapti 25-29 (14-18).
Samandrátturin vísir nøkur av teimum bestu føroysku og ukrainsku málunum í dystinum, og vísir eisini hvussu væl Anton Terekhov stóð í ukrainska málinum.
Terekhov bjargaði 43,3 prosent av málroyndunum, og tað vísti seg at vera sera avgerandi.
Sunnudagin klokkan 18 spæla Føroyar móti Eysturríki í høllini á Hálsi í Havn. FM1 sendir beinleiðis frá høllini á Hálsi frá umleið klokkan 17.10, tá frásøgnin av fótbóltinum í Betrideildini er liðug.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball hjá EHF av dystinum millum Ukraina og Føroyar:
##med2##