VIDEO: Upptøkur av skaðunum skriðulopini hava elvt til

(Video) Síggj upptøkur hjá Vísir/Støð2, eisini dronuupptøkur av Seyðisfirði, ið eru tiknar upp fyrr í dag

Enn er óvist nær seyðfirðingar kunnu venda aftur til heimstað sín. 

Tey allarflestu yvirnáttaðu í grannabýnum, Egilsstøðum í nátt aftaná ógvuslig skriðulop gjørdu stóran skaða á Seyðisfirði ígjár.

Løgreglan á Eysturlandinum í Íslandi dugir ikki at siga nær tey meta, at tað er trygt hjá seyðfirðingum at koma aftur til Seyðisfjarðar.

Í allari neyðini eru seyðfirðingar takksamir fyri tann stuðul og hjálp teir kenna frá øðrum íslendingum í tí sváru støðu teir eru í orsaka av ógvusligu skriðulopunum. 

Vísir/Støð2 hevur verið í Seyðisfirði og filmað skaðastøðuna í dag.

HER síggjast upptøkur av fleiri av skaðunum ógvusligu skriðulopini hava elvt til: 

 

<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/aff121a9-8fb8-4676-bd2b-562bc78bbf58-1608395539260" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>

HER síggjast dronuupptøkur av Seyðisfirði:

<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/31efdc65-e256-4f9c-aeba-6b89d91b0aef-1608393286405" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>