Fáir býlingar í Suðurstreymoy ger so nógv burturúr nýggjárshaldinum, sum býlingingarnir á Argjahamri og undir Kongavarða.
Í ár var einki undantak, og kyndlagongan var hesaferð størri enn nakrantíð.
Útsýnið er tað allarbesta frá parkeringsplássinum við skúlan á Argjahamri, tá ein skal síggja nýggja árið verða skotið inn, og við góðum veðri gjørdist upplivingin framúr.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hvussu tað sá út á Argjahamri millum klokkan 23.57 31. desember í 2017 og klokkan 00.03 1. januar í 2018.