Video: Vakurt kekkiskt mál úr langari fjarstøðu

(Video) Danmark vann á Kekkia. Men Petra Ruckova hjá Kekkia kann fegnast um eitt minniligt mál

Donsku hondbóltskvinnurnar vunnu fyrr í kvøld 33-29 á Kekkia í teirra triðja dysti í undanbólki C í EM-endaspælinum, sum er í Svøríki í hesum døgum.

 

Men tað var ikki bara gleimur hjá donsku kvinnunum. Í steðginum førdi Kekkia 17-13. Danmark var ikki á odda fyrstu ferð í dystinum fyrrenn 47 minuttir vóru leiktir, men ímóti dystarenda fingu donsku kvinnurnar sett tingini uppá pláss. Stine Jørgensen gjørdi sítt við at skjóta níggju mál fyri Danmark. Petra Ruckova gjørdist toppskjútti hjá Kekkia við sjey málum.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og njót tað eina málið hjá Petru Ruckova, sum hon skoraði úr langari fjarstøðu, aftaná eitt álop har danskarar høvdu spælt uttan málverja.

 

Í sama bólki vann Ungarn 21-14 (11-6) á Montenegro. Danmark tekur fýra stig við sær til millumspælið, og verður oddauppgerð millum Danmark og Noreg sunnudagin. Noreg hevur eisini fýra stig við sær til millumspælið. Kekkia tekur tvey stig við sær til millumspælið. Ungarn fær einki stig við sær til millumspælið.