VIDEO: Viborg tíðindamaður: Viborg FF er trygt víðari í Conference League

(Video) Danni Kristensen frá Viborg Folkeblad kann ikki ímynda sær, at B36 fremur nakað undur móti Viborg FF á Tórsvølli í kvøld

Danni Kristensen, tíðindamaður hjá Viborg Folkeblad gleðir seg til uppgerðirnar ímóti West Ham United í Play Off umfarinum. Hann trýr ikki, at B36 fer at forkoma hesum fyri Viborg FF.

Danni Kristensen, tíðindamaður hjá Viborg Folkeblad gleðir seg til uppgerðirnar ímóti West Ham United í Play Off umfarinum. Hann trýr ikki, at B36 fer at forkoma hesum fyri Viborg FF.

Á størsta blaðnum í økinum kring Viborg, Viborg Folkeblad gera tey nógv burturúr dystinum í triðja undanumfarinum í Europa Conference League millum B36 og Viborg.

Dysturin á Tórsvølli millum B36 og Viborg byrjar klokkan 19 í kvøld. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

Viborg Folkeblad fer at stroyma dystin ókeypis á heimasíðuni hjá blaðnum. 

Tíðindamaðurin hjá Viborg Folkeblad, Danni Kristensen sum er í Føroyum í hesum døgum sigur seg ikki í sínum villasta hugflogi kunna ímynda sær, at Viborg ikki vinnur seg víðari til Play Off umfarið, har kenda Premier League felagið, West Ham United bíðar.

Tó letur Danni Kristensen upp fyri, at dysturin kann gerast nakað javnari enn dysturin í Viborg, men Viborg fer at vinna aftur í kvøld. 

Fjeppararnir hjá Viborg kunnu gleða seg til tvær søguligar uppgerðir móti West Ham United, sambært Danni Kristensen.

HER  ber til at hoyra eina samrøðu við Danni Kristensen, ið Viborg Folkeblad gjørdi á Tórsvølli aftaná venjingina hjá Viborg ígjárakvøldi.