VIDEO: Vilhelm vann á Ísak - stórsigrar til Elias og Jóhan

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Ísak Vedelsbøl vóru toppskjúttar hjá sínum liðum

Tríggir føroyskir landsliðsleikarar, og føroyingurin á danska landsliðnum royndu seg í EHF European League í kvøld.

 

Í bólki B hava Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel fult stigatal, seks stig fyri tríggjar dystir. 

 

Í kvøld vann Kiel á útivølli 35-27 (18-16) á Bern á útivølli í Sveis.

 

Elias var toppskjútti hjá Kiel við níggju málum.

 

Í bólki C hava Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus eisini fult stigatal aftaná tríggjar dystir.

 

Í kvøld vann Skanderborg-Aarhus stórsigur 45-27 (17-11) í útidysti móti rumenska liðnum, Minaur Baia Mare.

 

Jóhan skoraði fimm mál.

 

Í bólki G hava Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf eisini fult stigatal aftaná tríggjar dystir.

 

Í kvøld vunnu Vilhelm og liðfelagarnir á heimavølli 27-25 (15-12) á Ísak Vedelsbøl, og hansara liðfeløgum í IK Sävehof.

 

Vilhelm skoraði tvey mál fyri heimaliðið, meðan Ísak við fimm málum var toppskjútti hjá Sävehof. 

 

Sävehof er nummar trý í bólkinum við tveimum stigum fyri tríggjar dystir.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Hannover-Burgdorf - IK Sävehof 27-25 (15-12). Móti endanum sæst Ísak skjóta eitt gott mál frá strikuni:

 

##med2##