12 dagar undan HM-undankappingardystinum millum Danmark og Føroyar í Parkini í Keypmannahavn sluppu føroysku landsliðsspælararnir, Viljormur Davidsen og Hallur Hansson at royna at spæla ein fullan dyst í Parkini við Vejle móti FCK.
Tó gekk tað einki serligt hjá Vejle, ið tapti 0-3. Longu áðrenn ein hálvur tími var spældur var støðan 2-0 til FCK.
FCK-Vejle 3-0 (2-0)
16' 1-0 Jens Stage
29' 2-0 Hakon Arnar Haraldsson
63' 3-0 Jonas Wind
Vejle Folkeblad staðfesti, at Vejle eingin møguleika hevði móti FCK í Parkini í dag, og í samrøðu við heimasíðuna hjá Vejle iðrar Viljormur seg um, at teir dekkaðu ov illa upp við tað fyrsta málið sum setti FCK í gongd.
Vejle liggur framvegis aftast í superliguni við fimm stigum. Komandi sunnudag taka teir móti SønderjyskE, ið er næstaftast við níggju stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum í Parkini:
##med2##