Viljormur Davidsen var liðskipari, tá hann og liðfelagarnir í dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini vunnu týðandi botnuppgerð 2-1 á Sundsvall á útivølli.
Helsingborg kom á odda 1-0 við einum dundurskoti, ið Benjamin Acquah sendi upp í málhornið tá 34 minuttir vóru farnir av dystinum. Arian Kabashi økti til 2-0 tá 70 minuttir vóru farnir. Tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini minkaði Sundsvall um munin til 1-2, men Helsingborg megnaði at halda tætt aftaná tað.
Helsingborg er nú á triðaftasta plássinum við 14 stigum. Næstaftast er Degerfors við 12 stigum og aftast er Sundsvall við 10 stigum.
24. juli vann Helsingborg 1-0 á Sundsvall á heimavølli, og hesir báðir sigrarnir kunnu fara at vísa seg at vera sera týðandi.
Komandi sunnudag hevur Helsingborg heimadyst móti Mjällby.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Sundsvall og Helsingborg:
##med2##