Vejle er framvegis oddalið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Viljormur Davidsen var við frá dystarbyrjan tá Vejle farna vikuskiftið vann ein sera týdningarmiklan 2-1 útisigur ímóti Brabrand.
Rasmus Lauritsen legði Vejle á odda beint undan steðginum. Tá 63 minuttir vóru leiktir javnaði Brabrand til 1-1. Toppskjúttin hjá Vejle, Dominic Vinicius skoraði sigursmálið heilt ímóti dystarenda, tá hann sendi eitt brotsspark í netið hjá Brabrand.
Vejle spælir týskvøldið 14. november á heimavølli ímóti HB Køge.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Brabrand og Vejle, sum YouTube rásin hjá Vejle hevur lagt út. Vejle spældi í ljósagrønum troyggjum hendan dagin.
Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini er hugaligur lesnaður, sæð við føroyskum eygum:
1
16
12
34
2
16
8
31
3
16
12
29
4
16
7
25
5
16
6
25
6
15
4
21
7
16
0
21
8
15
-5
20
9
16
-16
17
10
14
1
16
11
16
-20
12
12
16
-9
10