VIDEO: Vit hava bert ein sigur í níggju dystum móti Litava

(Video) Ein sigur, ein javnleik og sjey tap eru hagtølini í níggju dystum higartil móti Litava

Klokkan 17 í morgin møtast tvey lið í Nations League á Tórsvølli, ið bæði hava ryggin móti múrinum. Bæði hava fingið ein avsmurning móti Turkalandi, 0-4 og 0-6, og bæði hava tapt fyri Luksemborg heima, 0-1 og 0-2.

 

Tað er krav hjá bæði Føroyum og Litava at vinna dystin, tá liðin hittast á Tórsvølli í morgin. Hvørki liðið hevur skotið mál ella fingið stig higartil í bólki 1 í 3. deild í Nations League.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Nútíðin leggur upp til, at talan verður um ein javnan dyst, men hyggja vit eftir søguni, so er Litava greitt omaná nú liðini hittast á 10. sinni. 

 

Til EM-undankappingina í 2000 vóru vit í undanbólki saman við Litava. Vit megnaðu javnleik 0-0 á útivølli á Zalgiris leikvøllinum í Vilnius. Tá stóð Jákup Mikkelsen ein branddyst í málinum, og heilt móti dystarenda var líka við at Todi Jónsson tryggjaði okkum øll trý stigini. 

 

8. september árið eftir taptu vit 0-1 fyri Litava á Tórsvølli.

 

Vit vóru aftur í undanbólki saman til undankappingini til EM-endaspælið í 2004. 12. oktober í 2002 vann Litava 2-0 í Kaunas við tveimum málum, ið vóru skotin í fyrra hálvleiki. Árið eftir, 10. september í 2003 vann Litava 3-1 á Svangaskarði. Uggin tann dagin var vakra frísparksmálið Súni Olsen meddaði í málið úr 30 metra fjarstøðu. 

 

Aftur til EM-endaspælið í 2008 vóru vit í undanbólki saman. 7. oktober í 2006 taptu vit 0-1 á Tórsvølli, og 12. september í 2007 vann Litava 2-1 í Kaunas. Tann dagin pyntaði tað væl, at Rógvi Jacobsen minkaði um munin til 2-1 við einum fantastiska vøkrum lobbi, tá klokkan vísti 90 minuttir.

 

Og so vóru vit aftur í undanbólki saman til HM-undankappingini í 2010, og nú bragdaði. 15. september í 2008 vann Litava 1-0 í Kaunas. Árið eftir, 9. september í 2009 brast fyri nev tá vit vunnu 2-1 við málum, ið Súni Olsen og Arnbjørn Hansen skoraðu.

 

HER  ber til at hoyra hæddarpunktini frá frásøgnini hjá Hilmari Jan Hansen og Tróndi Arge á gamla Rás2 frá tí dystinum. 

 

11. november í 2020 taptu vit 1-2 fyri Litava á LFF leikvøllinum í Vilnius. Litava skoraði bæði málini hjá sær stutt undan steðginum. Gunnar Vatnhamar minkaði um munin heilt móti dystarenda. 

 

(Kelda: Faroesoccer)

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá KVF frá 2-1 sigrinum á Litava á Svangaskarði 9. september í 2009:

 

##med2##