Video: Vit vistu ikki at vit vóru so populerir

- Tá vit fóru at spæla saman aftur fyri 12 árum síðani, vistu vit ikki, at vit vóru so populerir, sum vit vóru, sigur Jay Jay French, gittarspælari í Twisted Sister

Seinastu árini hevur Twisted Sister gingið sigursgongd um allan heimin. Teir hava spælt fyri áhoyrarafjøldum upp í 80.000 fólk í Europa og Suðuramerika, og allastaðni fáa teir framúr góð ummæli.

Tá ið Twisted Sister spældi á Copenhell festivalinum fyrr í summar, vóru teir róstir til skíggja fyri sína framførslu, og tað vóru tey, sum hildu at teir bjargaðu festivalinum, eftir at framførslan hjá enska høvuðsnavninum Iron Maiden ikki var av teimum allarbestu.

Twisted Sister hevði ein drúgvan steðg frá 1989 til 2003, men tá ið teir so gjørdu comeback, vóru boð eftir teimum um allan heimin.

- Vit hildu, at eingin legði í, at vit vóru givnir at spæla, og tí kom tað óvart á okkum, at øll vildu hava okkum at spæla, tá vit gjørdu comeback, sigur Jay Jay French.

- Nú hevur tónleikurin ført okkum til Føroyar, og tað eru vit sera fegnir um. Tit skulu fáa eitt ordans show frá okkum hóskvøldið, lovar hann.

Omanfyri ber til at hyggja eftir samrøðu við Jay Jay French.