Krútsterku týsku vertirnir vunnu tíggjumálssigur á Føroyum, ið tó hevði nógva æru av dystinum í HM-millumbólki 2 í Westfalenhalle í Dortmund.
HER ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen.
Hósdagin klokkan 14.30 fara Føroyar at spæla ímóti Serbia í Westfalenhalle.
Aftaná trý umfør av fimm møguligum hevur Týskland seks stig. Montenegro og Serbia hava fýra stig hvør, Spania og Føroyar hava tvey stig hvør, og Ísland er aftast við ongum stigi.
Týskland – Føroyar 36 – 26 (20 – 14)
Føroyar: Pernille Brandenborg 6, Jana Mittún 4, Rannvá Olsen 4, Bjarta Osberg Johansen 3, Marita Mortensen 3, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2, Súna Krossteig Hansen 2, Karin Egholm 1, Lív S. Poulsen 1, Maria Halsdóttir Hansen 1, Elsa Egholm, Lív B. Zachariasen, Maria Pálsdóttir Nólsoy, Vár B. Zachariasen
Málverjar: Rakul S. Wardum 37 min. 10/31, 32,3 %, Gylta á Neystabø 0 min 0/10, 0 %.
HER ber til frá týsku sjónvarpsrásini ZDF at síggja ein samandrátt upp á fimm minuttir frá dystinum, ið vísir góð mál hjá bæði Føroyum og Týsklandi. Góð orð fella um okkara leikarar í samandráttinum:
##med2##











