Videoeftirlit ein spurningur um fólkaviljan

Dávid Reinert Hansen, stjóri í Vágatunlinum, heldur, at tá talan er um ov høga ferð, er hetta ein spurningur um hugburð, og til spurningin um videoeftirlit í tunlinum sigur hann, at Vágatunnilin skal verða á sama støði sum hinir landsvegirnir, hóast tunnilin er privatur

Í viðtali við Sosialin leygardagin segði leiðarin á Ráðnum fyri ferðslutrygd, Jón Kragesteen, seg vera heitan talsmann fyri at brúka eftirlit við myndatóli, tá brot á ferðslulógina skulu revsast. Hann segði m.a., at aðrastaðni eru tey komin til ta niðurstøðu, at bilførarar verða rættiliga væl undirvístir, men fyri at náa tí sonevndu null-hugsjónini, ið merkir at eingin skal doyggja í ferðsluni, nyttar ikki bert at læra og upplýsa fólk. Neyðugt er eisini við eftirliti.
Koyrt verður ov skjótt allastaðni í landinum, og ein av teinunum, har hetta hendir, er í Vágatunlinum, sum P/f Vágatunnilin eigur og rekur. Dávid Reinert Hansen, stjóri í Vágatunlinum, heldur at spurningurin um videoeftirlit inniheldur nógvar fasettir, sum hann tekur til. Tað eru nevniliga nógvar orsøkir til at fólk koyra ov skjótt, og hetta hendir eisinI ymsastaðni í landinum. -Vit hava havt null-hugsjónina, og hana kunnu vit øll vera samd um, heldur stjórin í Vágatunlinum. Men hann sigur tað kortini vera eitt skeivt signal at hava sent út, tá okkara fólkavaldu samtyktu, at ov høg ferð skuldi revsast við treytaðari frádøming av koyrikortinum, og tað heldur Dávid Reinert Hansen hava elvt til, at miðalferðin er økt á landsvegunum í Føroyum, tí tú sært hvønn dag bilar, ið koyra omanfyri 110 km/t.


Ein spurningur um hugburð

Dávid Reinert Hansen heldur fram og tosar um, hvat kann gerast við ta nógvu ferðina. Hann sigur, at politiið er ofta úti og til ber eisini at gera sokallaðar fysiskar forðingar sum t.d. oyggjar og hopp í bygdum øki, men á landsvegunum skal tað vera lætt og skjótt at koma fram, og tí eru hesir vegirnir í flestu førum breiðir. Hetta inniber, at bilføraranir sjálvir avgera, hvusu teir koyra, og tí er tað sambært Dávidi Reinert Hansen m.a. upp til hvat fjølmiðlarnir bera fram, hvat fólkahugsanin er, og sipar hann til m.a. til tað sum Sosialurin hevur skrivað um ferðslutrygd seinastu dagarnar, har eitt nú ein oddagrein talaði fyri videoeftirliti í Vágatunlinum. Men hetta heldur hann kortini ikki vera í samsvari við omanfyri nevnda signal frá Løgtinginum.
Tað vil siga, at spurningurin er, um vit sum samfelag kunnu góðtaka at hava videoeftirlit á vegunum, og er hetta altso ein spurningur í fleiri fasettum, ger stjórin í Vágatunlinum aftur vart við, og sigur, at hetta er ein spurningur um hugburð. Á øllum landsvegunum í Føroyum er Landsverkfrøðingurin vegamyndugleiki. Vágatunnilin er tó sum kunnugt privat ogn hjá Partafelagnum Vágatunlinum, og tí er partafelagið saman við løgregluni vegamyndugleiki undir Vestmannasundi og hava tey bæði í felag ábyrgd og eftirlit við skelting og øðrum í tunlinum.
Dávid Reinert Hansen leggur dent á, at hetta skal vera á sama støði sum á vegunum hjá tí almenna, men um tað skuldi hent, at samfelagið tók undir við videoeftirliti í tunlum, so hevði partafelagið einki havt ímóti tí. Sum nú er, er partafelagnum tó álagt somu treytir sum onnur, tá talan er um avmynding í sambandi við ferðmátingar, men kamera verða tó longu brúkt í Vágatunlinum. Hesi skulu eitt nú kanna eftir, at eingin koyrir uttan at gjalda, og tí avmynda tey bert nummarpláturnar, og ikki tey, ið sita í bilinum.