Í gjár hevði Sosialurin samrøðu við fyrsta ferðsluofrið í Vágatunlinum, Olaf Ellingsgaard, sum 13. januar bleiv árendur av einum bili, sum koyrdi einar 200 kilometrar um tíman. Olaf slapp við 12 beinbrotum ymsastaðni á kroppinum. Júst hetta kvøldið hevur verið nevnt sum eitt dømi, har skeltingin ikki var nóg góð í undirsjóvartunlinum.
Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sigur at sjálvur koyrdi hann gjøgnum tunnilin nakrar dagar frammanundan, og hann heldur, at farið varð alt ov lætt um skeltingina. Tí sum hann sigur, so vóru skelti, har heitt varð á fólk um at koyra 60 km/t, men har var einki arbeiði at síggja, og um fólk koyra einar tríggjar ferðir framvið einum slíkum skelti, so hvørvur álitið á slíkum skeltum, sigur Jón Kragesteen, ið tó leggur dent á, at vit sjálvandi altíð eiga at vera lýðin, tá talan er um skelti á vegunum. ? Men øll vita, at tunnilin læt upp, áðrenn hann átti, leggur hann tó afturat.
Fleiri hundrað koyra alt ov skjótt
Men tað er tó ikki bara í Vágatunlinum, at trupulleikar eru við ov nógvari ferð, vísir leiðarin í RFF á. Allastaðni, har vegirnir eru góðir, verður koyrt alt ov skjótt, og hóast tað er neyðugt við brekkum, sum bjóða til skjóta ferð í undirsjóvartunlinum, so sigur Jón Kragesteen, at í dag ber ikki til at geva brekkum alla skuldina fyri ov nógva ferð. Bilarnir eru nevniliga blivnir so mikið góðir, at tú merkir ikki nógv á bilinum, um tú koyrir ov skjótt, og tá kann tað gera tað sama, um tú koyrir eftir sløttum, ella um tú koyrir í brattari undanbrekku Vágatunlinum. Eitt nú í Kollfjarðartunlinum koyra eini 2 til prosent av teimum 4000 bilunum, ið koyra har um samdøgrið, meira enn 110 km/t. Hetta ljóðar kanska ikki av so nógvum, men hetta eru hóast alt nakrir hundrað bilar um dagin, sum koyra ov skjótt ? harav nakrir langt omanfyri 110 km/t.
Tí heldur Jón Kragesteen, at vit í Føroyum áttu at havt eftirlit við myndatóli á landsvegunum í Føroyum.
RFF arbeiðir í løtuni við einum áliti, har mælt verður til videoeftirlit, og Jón Kragesteen hevur eisini heitt á avvarðandi landsstýrismann, Bjarna Djurholm, um at kanna møguleikarnar fyri at seta sjálvvirkandi eftirlit við myndatóli í gildi í Føroyum eins og gjørt verður í okkara grannalondum, men svarið frá ráðharranum var, at løgreglan er danskur myndugleiki, og tí hevur Landsstýrið ongan møguleika at áleggja politinum at fara undir slíkt.
Tó kundi RFF seta seg í samband við Fútan, um tað hevði ynski um videoeftirlit á vegunum, men hetta svarið sigur Jón Kragesteen seg ikki kunna brúka til so nógv.
Fleiri fiskar í trolið
Fyrimunurin við videoeftirliti, er sambært leiðaranum á RFF, at tað er fyribyrgjandi, og politiið fær fleiri "fiskar í trolið" og brúkar færri ressursir upp á hetta arbeiðið. Er talan t.d. um Vágatunnilin, metir Jón Kragesteen tað ikki vera neyðugt við so nógvum myndatólum, av tí at har sæst rættiliga langt á hesum beina vegi. Hann greiðir frá, at aðrastaðni eru tey komin til ta niðurstøðu, at bilførarar verða rættiliga væl undirvístir, men fyri at náa tí sonevndu "null-hugsjónini", ið merkir at eingin skal doyggja í ferðsluni, nyttar ikki bert at læra og upplýsa fólk. Neyðugt ar eisini við eftirliti.
Tað ber til at innstilla bilar, so teir boða frá, at tað ikki er loyvt at loyra skjótari enn eitt ávíst tal av kilometrum um tíman. Eisini ber til at upplýsa, nær ein er í bygdum øki. Men neyvan lurta øll eftir hesum upplýsingum, og tað er eitt paradoks, at vit kunnu keypa bilar, sum koyra tríggjar ferðir so skjótt, sum er mest loyvda ferð her hjá okkum, sigur Jón Kragesteen. Serliga tí at fleiri av hesum bilum verða framleiddir til útflutning.
Skerjir ikki pesónliga frælsið
Eisini fáast bilar, sum fáa koyrt skjótari enn eitt ávíst kilometratal um tíman, men Jón Kragesteen er heitur talsmaður fyri videoeftirliti. Myndirnar av teimum bilum, sum koyra av skjótt, verða so skjótt til ber sendar bileigarunum við postinum, og so er bert eftir at gjalda bótina. Vanliga verður ikki mutað ímóti hesum í okkara grannalondum, tí hesin mátin at kanna ferð er trupul at mótprógva.
Spurdur, um hann ikki væntar at onkur av okkara politikarum fer at siga, at hetta er at skerja tað persónliga frælsið, svarar Jón Kragesteen við eini samanbering: - Um talan er um eina sag inni á einum verkstaði, so kann ein seta eitt skelti upp, hatr skrivað stendur, at ikki er lovt at koma ov tætt at sagini við fingrunum. Hetta kemur tó fyri viuðhvørt, og tí eru skermar settir fyri slíkar sagir. Tað er heldur ikki tann rætti vinkulin at tosa um tað persónliga frælsið í hesum sambandi, og tað fara okkara politikarar nokk eisini at síggja. Tí tað er jú heldur ikki loyvt at roykja inni á almennum bygningum ella umborð á flogførum, og hetta hevði verið ein vinningur bæði persónliga og samfelagsliga, heldur Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd um videoeftirlit á landsvegunum.
Avmynda bert nummarpláturnar
Hvørki vágafólk ella aðrir føroyingar eiga Vágatunnilin. Hann er privatogn hjá partafelagnum Vágatunnilin, men av tí at hann er partur av landsvegakervinum, hevur løgreglan eftirlit við vegunum, og hon hevur eisini myndugleika at seta skelti upp í tunlinum. Klæmint Weihe er nevndarformaður í P/f Vágatunlinum. Hann metir ikki, at partafelagið kann ábyrgdast fyri sjálvt eftirlitið við ferðslutrygdini í undirsjóvartunlinum, og hann ivast eisini í, um tað sambært Grundlógini er loyvt at hava videoeftirlit, tí hetta er eisini at hava eftirlit við privatlívinum hjá fólki. Tí hóast tað longu eru kamera uttan fyri tunnilin, so kanna tey bert nummarpláturnar, sum lýsa eigaraviðurskifti, og ikki hvørji fólk sita í bilinum. ? Men um tað var lógarheimild, og løgreglan var fyri tí, so hevði tað helst verið eitt gott hugskot, men hetta má gerast professionelt, sigur Klæmint Weihe.