Tingfundur er lýstur at vera mikudagin klokkan 11. Fyrstu málini á skránni eru ein atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning um inflasjón og prístalsjavning og ein 3.viðgerð av lóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða.
Síðani verður 1. viðgerð av uppskotinum um løgtingsfíggjarlóg fyri 2024, sum uttan iva verður trúgv. Har hava allir flokkar framsøgufólk, sum leggja fram politikk floksins. Tá 1. viðgerð er liðug, verður málið beint í fíggjarnevndina, sum síðan snikkar tað endaliga uppskotið saman, sum verður lagt fyri Løgtingið aftur, fyrst til 2. viðgerð og síðani til 3. og endaligu viðgerð.
Hini málini á skránni á tingfundinum eru:
4) 1. viðgerð LM-020/2023 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2023 (heystumfarið)
5) 1. viðgerð LM-018/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Framskundað stigvíst virðisgjald fyri ravmagnsbilar og vetnisbilar)
6) 1. viðgerð LM-019/2023 - Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Barnafrádráttur til sendifólk og umskipaður pensjónistafrádrátttur)
7) 1. viðgerð LM-025/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Heilivágsstigin verður broyttur)
8) Framløga