Viðgera lønarhækkingina í dag

Skulu landsstýrisfólk hava 30 prosent í lønarhækking? Og skal »gylta eftirlønin« hjá landsstýrisfólkum takast av? Hesir spurningar verða svaraðir í tinginum í dag

Á tingfundinum í dag fer Løgtingið undir fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá løgmanni um at hækka lønina hjá løgmanni og landsstýrisfólkum 30 prosent, samstundis sum »gylta eftirlønin«, sum løgmaður kallar hana í uppskotinum, verður tikin av.

 

Talan er um uppskot, sum ein lønarnevnd hevur tilevnað, og sum løgmaður borið í tingið. Størsta broytingin er, at landsstýrisfólk ikki longur sleppa at vinna sær fulla eftirløn eftir átta árum, sum onnur fólk skulu brúka 37 ár at upptjena sær. Sambært uppskotinum fáa landsstýrisfólk 15 prosent í eftirlønarinngjaldi. Onnur broyting er, at ferðaendurgjaldið verður tikið av, og at landsstýrisfólk í staðin fáa skattafrían ráðharrabil uttan førara.

 

Uppskotið hjá løgmanni kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Tað er ógvuliga óvist, um løgtingið tekur undir við uppskotinum hjá løgmanni. Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingið, hevur boðað frá, at Fólkaflokkurin ikki tekur undir við uppskotinum – og harvið er greitt, at talan ikki er um eitt samgongumál.

 

Sambært uppgerð hjá Sosialinum, so hava løgmaður og øll landsstýrisfólk hansara longu upptjent sær »gyltu pensjónina« – áðrenn løgmaður leggur uppskotið fram. So um tey halda fram í landsstýrisnum eftir valið, so sparir landið einki upp á teirra eftirlønir, tí tann útreiðslan er longu er skuldskrivað landskassanum. Hinvegin skal landið rinda teimum lønarhækking upp á 30 prosent.

 

TRÝST HER fyri at lesa meira um málið

 

Skráin fyri tingfundin í dag her hendan:

 

Fríggjadagur, 14. Mars 2014, kl. 09:30

 

1.   

Skrivligur fyrispurningur: nr. 27/2013: Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-27/2013 til Johan Dahl, landsstýrismann, frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi yvirtøku av føroyska loftrúminum

 

2.    Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-29/2013 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, viðvíkjandi manglandi fígging av eldraøkinum

 

3.   

1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 120/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Fylgibroytingar í sambandi við loyvisgjald á alivinnu o.a.)

 

4.   

1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 130/2013: Uppskot til løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu
Tingmálini nr 120 og 130/2013 verða viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

 

5.   

1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 95/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

 

6.   

1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 107/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág (avtøka av Apoteksgrunninum)
málið verður beint í Fíggjarnevndina

 

7.   

1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 109/2013: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi protokoll um broyting av sáttmálanum millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

 

8.   

1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 112/2013: Uppskot til løgtingslóg um liðugtgerð av fyrra parti av nýggjari kt-heildarskipan til Almannaverkið
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

 

9.   

Løgtingsmál nr. 115/2013: Uppskot til løgtingslóg um studningslán og rentufrítt lán til umvæling av ellis- og røktarheiminum á Sýnini
Málið verður beint í Fíggjarnevndina