Vidić gevst í Manchester United

Eftir verandi kappingarár flytir Nemanja Vidić úr Manchester og Onglandi.

Serbiski miðverjuleikarin, Nemanja Vidić, gevst í Manchester United eftir hetta kappingarárið. Hesi tíðindini váttaði hann fyri heimasíðuni hjá felagnum fyri løtu síðani.

 

- Hetta er seinasta árið í sáttmála mínum, og eg havi havt átta frálík ár her. Tíðarskeiðið hjá mær í felagnum fer altíð at metast sum tað besta á yrkisleið míni, sigur hann og heldur fram:

 

- Eg hevði ikki ímyndað mær at vinna 15 steyp og eg fari avgjørt ikki at gloyma fantastiska kvøldið í Moskva (Champions League-sigurin í 2008, red.). Minnir, sum fara at liva í mær og fjepparunum í allar ævir. Tó, so havi eg gjørt av at fara víðari við endan á hesum kappingarárinum. Eg vil royna meg av nýggjum og fáa tað besta burturúr komandi árunum, sigur hann við heimasíðuna hjá Manchester United.

 

Hann slær fast, at hann ikki umhugsar at verða verandi í Onglandi, tí – sum hann sigur – so er Manchester United einasta felagið hann vil hava umboðað í Onglandi.

 

32 ára gamli Nemanja Vidić kom til Manchester United frá Spartak Moskva í 2006 og hevur síðani spælt 287 dystir fyri felagið. Hann varð kosin besti spælari í Premier League kappingarárið 2008/09 og aftur í 2010/11.