Vidic kann fá CL-leikbann

Serbiski verjuspælarin Nemanja Vidic varð vístur av vøllinum, tá ið Manchester United spældi heimsfinalu í Japan um vikuskiftið. Og nú kann útvísingin kosta Vidic leikbann í Champions League dysti. Reglarnar hjá UEFA og FIFA siga, at útvísingar í slíkum dysti kunnu hava við sær, at spælari fær leikbann í eitt nú Champions League. Í ringasta føri kann Vidic fáa leikbann í tríggjar dystir.