Víðka um frítíðarøkið

Malarendakain úti í Nólsoy hevur verið illa farin í mong ár, og nú er so farið at snøgga um økið.

Malarendakain úti í Nólsoy hevur verið illa farin í mong ár, og nú er so farið at snøgga um økið.

 

Snøggast skal fram við kantinum út móti sunnasta dráttinum og sandur leggjast í staðin.

 

- Sum skilst verður verandi sandur nógv nýttur, so tað er í fyrstu syftu fyri at víðka um sandin, at hetta verður gjørt, sigur Tóri í Hoyvík, sum hevur eftirlit við arbeiðinum.

 

Tað er eingin loyna, at bryggjan er rættiliga lág, og at tað ofta hendir, at ikki ber til at sleppa turrskøddur fram við bryggjuni. Men tað verður ikki tikin hædd fyri hesum í hesi syftu.

 

- Nei, tað er ikki lagt upp fyri tí á hesum sinni. Tað, sum mest verður hugsað um, er, at fáa brotnaða bryggjupartin snøggaðan, sigur Tóri í Hoyvík.

 

Arbeiðið, sum J&K Petersen ger, fer væntandi at taka nakrar fáar vikur.

 

Reyða linjan er bryggjan, sum skal brótast burtur, meðan bláa linjan er, har sandur verður lagdur í staðin. Og svarta linjan ovast á myndini er Krabbasker, sum nú aftur verður frílagt.