Viðmerking til Dag & viku: Vit sakna ENN at okkara rødd verður vird

Eftir at hava sæð Dag og Viku í kvøld, føli eg meg noydda til at koma við eini viðmerking.

 

Margreth Olsen, eg vil bara koma við eini rætting til boðskapin, ið tú ikki kennist við.

 

Vit sótu 3 mammur, har eg var ein teirra, á hasum fundinum, sum Svanna tosar um í Degi og Viku, og hinumegin borðið sótu tú og ein skrivari frá tær. 

 

Tað var tú sjálv, ið segði hasi orðini, at “tit skuldu vera glaðar fyri, at tit fáa eina tænastu, tí tað inniber also, at tað eru onnur, ið ikki fáa hana afturfyri.”

 

Aftaná bleiv prátað um, hvussu keðiligt tað var, um hini foreldrini fingu at vita, hvussu var.

 

So tað nyttar ikki at tosa við tíni starvsfólk um hasa viðmerkingina, tí hon kom frá tær sjálvari.

 

So vil eg bara vátta, at hatta VARÐ sagt, og úttalan hjá Svannu er sonn.

 

Eisini sigur tú: “vit hava eisini javnan fund við áhugafeløg fyri at hoyra, hvat ið riggar, og hvat kann vera avbjóðandi, og hvat vit saman kunnu gera við tað.” 

 

Har er einki áhugafelag fyri Down Syndrom, og aldrin er nakað foreldur at barni við Down Syndrom, ið eg veit um, boðið inn til ein fund við Sernám fyri at “vita hvat vit saman kunnu gera”.

 

So góðu politikarar… vit mammur hava sitið rundanum ymisk borð, við fólki úr øllum høgu sessum, har vit hava kært okkara neyð. Seinast máttu vit hava løgfrøðing við, bara fyri at fáa virðing.

 

Vit sakna ENN at okkara rødd verður vird, so at ØLL børn við Down Syndrom fáa MÁLmenning. 

 

Tá tit fara at kanna hvør hjálp er best, so vóni eg ikki, at tit einans tosa við Sernám, men taka onnur við uppá ráð.

 

Eg má líka leggja afturat, at tað eru onnur, enn børn við Down Syndromi, ið hava tørv á málmenning, og mangla hjálp.