Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, heldur røðu á landsfundi hjá Vinstra í Herning Kongrescenter. Ernst Van Norde/Ritzau Scanpix

Ellemann vísir søguliga broyting í kós floksins

Við stórum fagnaði hava limirnir í Vinstra givið Ellemann heimilt at halda fram við samráðingunum, metir Hans Engell.

 

Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, heldur røðu á landsfundi hjá Vinstra í Herning Kongrescenter. Ernst Van Norde/Ritzau Scanpix

##med2##

 

Í røðuni á landsfundinum hjá Vinstra hevur formaðurin í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen, latið upp fyri einum »ógvuliga søguligari og dramatiskari« broyting í kós floksins.

Tað sigur Hans Engell, politiskur viðmerkjari.

– Hann gjørdi støðuna upp í bláa samstarvinum og staðfesti, at tað kann ikki brúkast – í øllum førum ikki til at skipa stjórn.

– Og at vegurin tí er eitt stjórnarsamstarv við Metta Frederiksen við borðendan. Men at tað eru fleiri treytir, sum so skulu lúkast, og tað mugu vit so fara at samráðast um, sigur hann.

Eftir røðuna var stórur fagnaður frá limunum í Vinstra, sum vóru í á landsfundinum í Herning Kongrescenter, har landsfundurin er hetta vikuskiftið.

Og við tí lá ein heimild til at halda fram við at kanna og samráðast um eina sjtórn við Javnaðarflokkinum, metir Hans Engell.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Hans Engell.

/ritzau/

 

Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, heldur røðu á landsfundi hjá Vinstra í Herning Kongrescenter. Ernst Van Norde/Ritzau Scanpix