Gongur tað soleiðis, sum fyrrverandi løgmaður, Marita Petersen væntar, so verður valið mikudagin kanska tað seinasta fólkatingsvalið í Føroyum - í øllum førum undir verandi heimastýrsskipan.
Hon roknar við, at um val ikki verður aftur til fólkatingið fyrr enn um fýra ár, so eru viðurskiftini við Danmark longu broytt tá.
Tað var um miðjan desember í fjør, at Marita Petersen vegna Javnaðarflokkin aftur legði fram uppskotið um setan av stjórnmálanevnd.
Uppskotið var til viðgerðar í løgtinginum 20. januar, og var tað bara Sambandsflokkurin, sum partvíst var í móti uppskotinum.
Endamálið við uppskotinum er sambært Maritu Petersen, at finna eina breiða semju í løgtinginum um framtíðar støðu Føroya.
? Vit kundu sjálvandi bara lagt eitt uppskot fram um føroyskt sjálvstýri, men eg eri bangin fyri, at eitt slíkt uppskot ikki hevði fingið undirtøku, um aðrir flokkar ikki eisini sluppu at verða við til at evna til uppskotið, sigur hon.
Tá uppskotið var til viðgerðar í tinginum, fekk tað ógvuliga positiva undirtøku, og tyktist eingin ivi vera um, at løgtingið hesaferð kundi taka undir við uppskotinum.
Sambandsflokkurin kann forða í enn 4 ár
Men í valstríðnum upp undir fólkatingsvalið tykist, sum um flokkar hava skift støðu. Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin tosa um at okkurt skal gerast við hetta málið - men ikki fyrr enn eftir løgtingsvalið.
? Hetta er ógvuliga óheppið. Sambandsflokkurin hevur hetta valskeiðið forðað løgtinginum at viðgera hetta málið og hevur bundið Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin til at gera tað sama. Eg eri bangin fyri, at um Sambandsflokkurin aftur fær ein sentralan lut í føroyskum politikki eftir valið, so hendir heldur einki á hesum øki komandi valskeiðið, sigur Marita Petersen.
Hon hevur eisini lagt merki til, at munur er á tí, sum Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin førdu fram í tinginum undir viðgerðini av málinum og tí, sum teir nú føra fram í valstríðnum.
? Uttan at bera nakað út av fundunum í rættarnevndini, so kann eg siga, at eg heldur ikki har havi merkt sama positiva vilja, sigur hon.
Rættarnevndin hevur ikki enn skrivað álitið í málinum, men tað verður helst lagt fyri tingið í næstu viku - og allarhelst aftan á fólkatingsvalið mikudagin.
Øll mugu verða samd
Marita Petersen leggur stóran dent á týdningin tað hevur, at løgtingið kann finna eina so breiða semju sum gjørligt í hesum máli.
? Vit mugu ikki endurtaka tað, sum hendi, aftan á fólkaatkvøðuna í 1946, tá føroyskir fóru at samráðast við donsku stjórnina uttan at vita, hvat teir sjálvir vildu, sigur hon, og vónar, at allir flokkar á tingi - sum siga seg ynskja økt sjálvstýri - eisini skilja tað.
Men at Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin nú ikki tykjast so heitir fyri stjórnmálanevndini, skilir Marita Petersen ikki reiðuliga.
? Tað vísir bara, at teir halda málið vera gott at tosa um, men ikki at gera nakað við. Kanska Tjóðveldisflokkurin kennir tilverugrundarlag sítt hótt, um vit koma tættari sjálvstýrinum, sigur Marita Petersen.
Ber ikki til at
siga alt ella einki
Hon vísir eisini á, at tað nyttar einki at rópa upp um alt ella einki.
? Fáa vit føroysk sjálvstýri, so er eisini Tjóðveldisflokkurin kom eitt stig nærri sínum máli - tað máttu teir eisini havt áhuga fyri, heldur hon.
Tá útvarpið her fyri gjørdi veljarakanning, spurdu teir, um fólk hildu, at Heimastýrislógin framvegis var í gildi ár 2000. Hendan spurningin settu vit eisini Maritu Petersen:
? Vit hava helst ikki framt broytingina longu ár 2000. Tíðin er ov stutt, tí ár 2000 er longu um knøpp tvey ár. Vit skulu minnast til, at hendan viðgerðin verður drúgv. Fyrst skal ein stjórnmálanevnd arbeiða við málinum. Síðan skal tað viðgerast í tinginum og seinni kanska til fólkaatkvøðu, so eg vænti ikki, at málið verður framt eftir so stuttari tíð.
? Men tá løgtingsval verður aftur í ár 2002 er broytingin kanska framd, sigur Marita Petersen.