Talan er um tvær greinar, sum vísa til samrøður, sum skulu hava verið millum meg og Oyggjatíðindi, og ymisk brot úr hesi samrøðu eru tikin við í greinunum, sum beinleiðis sitatir av mær.
Vónandi er talan um eina misskiljing, tá eg ongantíð havi úttalað meg til Oyggjatíðindi í samband við hesar greinar, og tað undrar meg tí stórliga, at verða endurgivin fyri hetta.
Uttan at koma við nærri viðmerkingum til innihaldið í greinunum annars, skal eg heita á Oyggjatíðindi um í blaðnum at presisera, at greinirnar ikki byggja á nakra samrøðu við meg, og at tey sjónarmið, sum eg skal hava givið úttrykk fyri, bert kunnu standa fyri blaðsins egnu rokning.
Tórshavn 21. januar 1998
Reidar Nónfjall,
stjóri á
Strandfaraskipum Landsins