Viðvíkjandi lógaruppskotinum um skattalætta hjá fiskimonnum

Eftir at hava fylgt við umrøðuni av hesum máli, so undrar tað meg ikki sørt, at tá búskaparfrøðingar ávara ímóti at geva skattalætta nú, so verður teirra »ekspertisa« enn einaferð skúgvað til viks av politikkarum.

Bjørn á Heygum førdi fram í samrøðu við útvarpið, at hettar var fysta stig til at fara inn og lækka skattin og lønirnar tilsvarandi, fyri á tann hátt at fáa hægri realløn.

Alt hettar ljóðar sera áhugavert, men er so alt hervið sagt hesum viðvíkjandi?

Tað ið eg sakni her er, at politiski myndugleikin greiðir fólki frá, hvørja ávirkan ein skatalætti við harvið fylgjandi hægri realløn, antin bert fyri sjómenn, ella fyri allar bólkar í samfelagnum, hevur uppá longri sikt.

Um vit hugsa um tann føroyska búskapin, so vita vit, at í dag hava vit handilsjavnayvirskot, og kemur tað helst av tí stramma fíggjarpolitikki, ið er førdur tey seinastu árini.

Fara vit inn og lækka skatt og lønir, tí tað er jú tað, ið liggur í tí, at ein lækkar skattin, so vit fáa hægri realløn, so veksur sjálvandi keypiorkan tilsvarandi og harvið nýtslan.

Somuleiðis kemur hesin skattalætti til fiskimenn at kosta nógv meri enn tað ein tekur frá úóðrarmonnum, og skal tað eisini fíggjast onkursvegna.

Tá vit eru í danska ríkisfelagsskapinum, so trúgvi eg onki uppá, at vit sleppa at koma í somu støðu vit vóru í í 80-unum, og tí vil politiski myndugleikin verða noyddur til at seta tiltøk í verk, fyri at tálma nýtsluni, so vit ikki fáa handilsjavnaundirskot.

Hvørji tiltøk kann her verða talan um? Jú, ein kann t.d. hækka mvg-avgjøld, ella seta í verk bundna uppsparing.

Alt tos um, at tað letur seg gera at veita hendan lætta, uttan at tað kemur aftur um aftur, er bert møsn.

Eg veit væl, at vit hava hoyrt nógv um, hvussu góð støðan er viðvíkjandi handilsjavna o.ø. men ein og hvør veit, at við einum so følsamum búskapi sum okkara, so skal so øgiliga lítið til, fyri at alt endar galið aftur, og tí trúgvi eg onki uppá, at hettar er ein gáva til tann vanliga skattgjaldaran í longdini.

Ein og hvør kann altíð finna eina rúgvu av argumentum fyri at fáa síni egnu sjónarmið ígjøgnum, og ikki minst í dag, har føroya fólk hevur verið úti í hesari sera stóru fíggjarligu kreppu, og kann ein tí freistast til at hugsa, at um fólk bert fær ein lætta eina tíð, so er nógv vunnið. Men um hesin lætti skal kosta tað, at okkara land enn einaferð skal noyðast út í eina fíggjarkreppu við harav fylgjandi avleiðingum, so er tað ein stórur spurningur hvat fólk heldur velur.


Tórshavn 15. des. 1997

Ása Djurhuus