Sum støðan er í dag, hava vit í Vágunum eitt ótolandi ferðasamband, har vit mugu sita í bíðirøð og hyggja at, meðan teir almennu bilarnir, s.s. bussar hjá Bygdaleiðum, postbilur, strandferðslubilur o.a. verða tiknir framum.
Miðflokkurin í Vágum fer tí at heita á landsins myndugleikar, sum eina neyðloysn inntil arbeiðið av tunnilinum byrjar, at gera serstaka bíðirøð til vágafólk og vinnulívið í Vágum. Hetta er ein treyt fyri, at Vágoyggin ikki sum frálíður skal avtoftast.
Miðvágur 5.12.1997
Vegna Miðflokkin
í Vágum
Dánial Johansen