Jólafrítíðin, sum vanliga er uml. 14 dagar, er blivin til tað sama sum ein summarfrítíð. Runt um í landinum ganga studenta- og HF-skúlanæmingar og stúra fyri framtíðini, hetta eru serliga 3. g?arar og 2. HF?arar. Hví er støðan so trupul, og hvør hevur ábyrgd av hesi støðu?
Næmingaráðsformaður-
in í Hoydølum, segði í »Dagur og vika« 22.1.1998, at Eilif Samuelsen hevði alla ábyrgdina av støðuni, men er tað nú so einfalt, at øll ábyrgdin bert kann leggjast á landsstýrismannin? Um hugsað verður um nær YF valdi at fara (fór) í verkfall, so kundi teirra »timing« ikki verið betri, tí hetta var júst rætta tíðin at fara í verkfall, har verkfallið rakti harðast og gjørdist effektivast, fyri YF?s viðkomandi. Hetta er orsøkin til, hví støðan er so akut og trupul, sum hon er í dag.
Upprunaliga so var hetta eitt stríð ímillum YF og skúla- og mentamálastýrið, men tað tykist mær, sum um støðan er blivin ein onnur. Hetta er blivið til eitt stríð hjá studentaskúlanæmingunum í Føroyum. Vit (saman við foreldrum) verða nýttir sum eitt amboð, soleiðis at YF kann vinna í hesum stríðnum. Vit mugu ikki vera so býtt og naiv, at hugsa, at vit standa til at vinna nakað stórt í hesum stríði. Eg eri ikki ósamdur við YF um, at 28 næmingar í einum flokki er alt ov nógv, sjálvandi eri eg ikki tað, men er tað stríðið, sum upprunaliga var YF?s, veruliga vert húgvuna? Vit mugu vera ansin, at tað ikki verða vit sjálvi, ið gera enda á einum møguleika fyri at fáa prógvið í summar. Eg haldi, at tað er bæði skilaleyst av YF og landstýrinum í hesum málinum, at rena okkum út í eitt óføri, sum vit ikki hava verið við til at skapt. Tað eru aðrir møguleikar fyri at loysa hetta málið, men trupulleikin nú er bert, at hvørki YF ella landsstýrið vilja »tabe ansigt«. Ein møguleiki hevði verið, at lærarar fóru aftur til verka undir protest, og síðani valdu at taka málið uppaftur til næsta skúlaár, við at nokta at fara til arbeiðis eftir summarsteðgin, hetta hevði eisini givið møguleikan fyri samráðingum í summarsteðgin um. Vit mugu hugsa rationelt og síggja hvat tænir okkum best, eg mæli ikki til at verða ósolidariskur mótvegis umstríddu flokkunum á Kambsdali, men at hesir eisini sýna okkum solidaritet, soleiðis at vit fáa møguleikan at fáa students- og HF-prógvið í summar. Stríðið um 24 ella 28 skal ikki vinnast nú, fyrst og fremst má talan verða um okkara stríð, sum vit hava goldið nógv fyri, at fáa studenta- og HF-prógvið.
Ábyrgdina hava bæði YF og landsmyndugleikar á skúlaøkinum: Snorri Fjallsbak, sum eftir mínari áskoðan ikki er rætti maðurin til uppgávuna, tí hesin sýnist at vera alt ov treiskur og hevur hug til at loypa fram av, ein maður, ið ikki er at samráðast við. Petur Petersen saman við Eilifi Samuelsen, sum vit øll eru samd um, kundi virka fyri, at støðan ikki gjørdist so trupul sum hon nú er - tað er púra greitt.
At enda havi eg hug at siga, at ein týdningarmikil trupulleiki í øllum slíkum málum ofta er, tað at føroyingar aldrin hava duga at slaka til tess at vinna. Vit kenna tað frá londum rundan um okkum, men tað verður ikki nýtt í Føroyum, vegna »stoltleika føroyinganna«
Kompromispolitikkur sýnist at vera eitt ljótt orð í føroyskum politikki, hetta er nakað ið bæði YF og skúla- og mentamálastýrið saman við Eilifi Samuelsen áttu at hugsa um.
Orsøkin til at eg valdi, at skriva hetta er einføld, eg finni meg ikki í at vit lesandi verða nýtt í hsum máli, sum vit verða, og heldur ikki finni eg meg í, at okkara framtíð verður sett uppá spæl soleiðis, sum hon verður. Serliga vildi eg heita á 3. g?arar og 2. HF?arar, at umhugsa teirra støðu viðvíkjandi framhaldandi stuðuli til YF, er ta tað vert, tí vit líða mest í hesum stríðið, og er hetta okkara stríð? Lærararnir hava enn einki mist í hesum máli, og landsstýrið hevur funnið viðvíkjandi lønarútreiðslum til YF. Tann einasti veruligi taparin í málinum, eru studentar og HF-arar, serliga 3. g og 2. HF, ið mugu leggja alt teirra álit á hinar partarnar í málinum, um ein loysn skal fáast og soleiðis bjarga húgvuni.
23.1.1998
Við vón um skjótari loysn
3. g?ari í Hoydølum
P.S. Hvat er blivið av studentar andanum, ið vit øll kenna frá fyrr av, og er tað veruliga neyðugt, at vit verða leidd av foreldrum okkara?