Tveir hondbóltsdystir verða í høllini á Hálsi í kvøld. Bæði hjá kvinnunum og hjá monnunum er talan um dystir millum Neistan og VÍF.
Hjá kvinnunum er trongt í oddinum og fleiri lið stríðast fyri at koma í FM finalurnar. Í løtuni er Neistin trý stig fremst, meðan VÍF liggur á fjórða plássi bara fimm stig aftanfyri Neistan, sum eisini hevur spælt ein dyst fleiri.
Vinnur Neistin í kvøld, so verður luft niður til hini liðini, sum to hava spælt færri dystir. Vinnur VÍF hinvegin, so verður talan um satt trunkaspæl í oddinum, tí tær koma upp á 16 stig. Sama stigatal sum Kyndil á øðrum plássi.
Mansliðið hjá VÍF tapti fyri aðru ferð hetta kappingarárið, tá teir taptu fyri KÍF í Kollafirði. VÍF hevur framvegis eitt rímiligt forspring í oddinum, men skulu teir halda tað, so verður neyðugt við einum sigri í kvøld.
Neistin stríðist fyri at halda fast í liðnum, sum berjast um FM plássini. Við sigri í dag yvirhála teir KÍF og koma upp á fjórða pláss.
Hondbóltur:
Í dag:
Kl. 18.30 Neistin – VÍF (Kvinnur)
Kl. 20.00 Neistin – VÍF (Menn)
Leygardagin:
Kl. 18.00 H71 – StÍF (Menn)
Sunnudagin:
Kl. 14.30 VÍF – VB (Kvinnur)
Kl. 14.30 Kyndil – Søljan (Kvinnur)
Kl. 15.00 Stjørnan – StÍF (Kvinnur)
Kl. 16.00 VÍF – Team Klaksvík (Menn)
Kl. 16.00 Kyndil – KÍF (Menn)