Kl.20.00 í kvøld hittast grannarnir úr VÍF og KÍF í fyrstu FM-finaluni hjá monnum. Fyrsti dysturin verður í høllini í Vestmanna.
Henrik Gerster, venjari hjá VÍF, sigur, at teir hava gjørt eitt sindur meiri burturúr tí taktiska til venjing fram ímóti finalunum.
- Vit hava gjørt sum til allar dystir, men sjálvandi hava vit gjørt meiri burturúr taktiskt. Tað er jú finala. Men vit hava spælt ímóti hvørjum øðrum so ofta og kennast so væl, at tað er ringt at taka teir á bóli. Vit hava fyrireikað okkum væl upp á at vit skulu vera skarpir hesar dystirnar, sigur Henrik Gerster.
Eddie Joensen, sum hevur tikið um róðrið eftir at Jakob Jónsson varð loystur úr venjarastarvinum hjá KÍF, sigur, at teir ikki hava gjørt nakað kollveltandi og broytt nógv av teirri spæliætlan, sum frammanundan var.
- Vit hava ikki brotið upp úr nýggjum. Ein kann ikki broyta upp á so øgiliga nógv, men onkrar broytingar hava verið. Sum heild hava vit bygt upp á tað, sum teir kendu frammanundan. Vit hava funnið spæligleðina og tað skjóta spælið fram aftur, sum vit eru so kendir fyri, sigur Eddie.
Meting frá Finni Hanssyni:
- VÍF er lítil favorittur. Teir hava havt nógvar skaðar, men teir eru væl fyri nú og hava breiðari hóp enn KÍF.
- Hjá VÍF er tað tengt at serliga tveimum monnum, nevniliga Eli Müller og Filip Jojic. Men teir hava eitt gott bland av royndum og ungum leikarum, sum duga at spæla góðan hondbólt.
- Nicklas Selvig hevur avgjørt nógvar dystir einsamallur hjá KÍF, men teir hava nógvar aðrar, sum stinga seg upp tá ið samanspælið riggar væl. Tað verður avgerandi.
- Um KÍF megnar at fáa tak á Eli Müller og pilka Filip Jojic úr spælinum, so fær VÍF trupulleikar.