VÍF er saman við Kyndli í FM-finaluni í kvinnuhondbólti.
Tað var staðfestingin, tá VÍF í dag vitjaði hjá Neistanum, sum var einasta liðið, sum hevði møguleika at hótta VÍF í so máta.
VÍF byrjaði dystin betur, og tær hildu fast um leiðsluna allan vegin. Onkra løtu fekk Neistin minkað munin heilt nógv, men tær megnaðu tó ikki at taka stig úr dystinum, og soleiðis máttu tær siga farvæl til finaluplássið.
Neistin-VÍF 21-26 (12-15)