VÍF heldur tørn

Vestmenningar halda rimmarfast í finalukósini

Í kvøld vitjaði Neistin hjá oddaliðnum í bestu mansdeildini, og her var eingin slingur í valsinum hjá VÍF.

 

Vestmenningar løgdu hart út, og tað var skjótt, at tað dragnaði millum liðini.

 

Sum dysturin leið, so stóð greitt, at Neistin ikki megnaði at skapa tann heilt stóra spenningin, og so kundu vestmenningar fegnast um, at tað í kvøld eydnaðist báðum liðum felagsins at basa teimum bláu úr Havn.

 

VÍF-Neistin 30-21 (15-8)

 

Støðan í Atlantic Airways deildini

1 VÍF 14 stig (8 dystir)

2 Kyndil 11 (8)

3 H71 10 (7)

4 Neistin 7 (8)

5 StÍF 4 (8)

6 KÍF 4 (7)

7 Team Klaksvík 4 (8)