Ein sera avgerandi dystur í oddinum av føroysku kvinnukappingini í hondbólti verður í kvøld.
Tá kemur VÍF á vitjan hjá Kyndli. Undan dystinum er støðan tann, at Kyndil er nummar tvey og hevur fýra stig fleiri enn VÍF. VÍF hevur tó spælt ein dyst minni.
Hartil hevur Kyndil tvey stig í bakhondini grundað á málið um unga málverjan hjá Neistanum.
Tí hevur VÍF á ongan hátt ráð til at missa stig í kvøld, um tær vilja hanga í finalustríðnum. Kyndil hevur hinvegin møguleika at sementera sítt pláss í FM-finaluni, og tað er sjálvandi tað, sum tær grønu medda eftir.
Dysturin millum tey bæði liðini byrjar klokkan 18.30 í kvøld.