VÍF hevur tryggjað sær oddasessin í bólki 2 í steypakappingini hjá kvinnum. Tað gjørdu tær við útivallarsigri móti Kyndli í dag.
Talan var um spennandi dyst, har VÍF var liðið, sum hevði betru byrjanina, men har talan veruliga gjørdist um gysara eftir steðgin.
Í hálvleikinum vóru gestirnir á odda 17-11, men eftir steðgin steðgaðu tær púrasta upp. Høvuðsorsøkin til hetta var, at Kyndil valdi at mansverja Liljuna Djurhuus, og tað gekk gott korter, áðrenn VÍF aftur kom á talvuna.
Tá hevði Kyndil vunnið seg upp á javnt, og so leikaði sera hart á seinasta partin av dystinum. VÍF helt tó alla tíðina nevið frammanfyri, og eitt nú tók Steinbjarta Marnersdóttir eitt brotskast frá Kyndli.
Við sigrinum hevur VÍF 6 stig fyri sínar tríggjar dystir í bólkaspælinum, og harvið hava tær vunnið bólkin. Og á pappírinum gevur tað lættari hálvfinalu, nú tær skulu møta tvey’aranum í hinum bólkinum.
Kyndil-VÍF 18-21 (11-17)