Tveir dystir eru leiktir í Burn mansdeildini hetta vikuskiftið.
VÍF vann ígjár ein tepran 28-27 sigur á Team Klaksvík í Badmintonhøllini í Klaksvík, har Team Klaksvík enn einaferð prógvaði, at teir skulu takast í størsta álvara hetta kappingarárið. VÍF var greitt á sigurskós í fyrra hálvleiki, og í steðginum var VÍF á odda 15-9, men Team Klaksvík stríddi seg innaftur í dystin, og lítið restaði í, at Team Klaksvík fekk eitt stig.
Team Klaksvík-VÍF 27-28 (9-15)
Málskjúttar Team Klaksvík: Vuk Stevanovic 12, Valentino Valentakovic 7, Kjartan á Gravarbø 2, Hans Arni Thomsen 2, Sámal á Tjaldrafløtti 1, Vilhelm Vilhelmsen 1, Tummas Simonsen 1, Jens Pauli Mohr 1.
Málskjúttar VÍF: Hallur Árason 7, Rúni Fossdal 7, Filip Jojic 6, Magnus Müller 3, Hanus Christophersen 2, Óla Jákup G. Olsen 1, Tróndur Johnsson 1, Kristian Jensen 1.
Í dag var dystur í høllini í Kollafirði millum KÍF og Neistan. Kollfirðingar vunnu 28-25. Í steðginum var Neistin á odda 13-12.
KÍF-Neistin 28-25 (13-12)
Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Nicklas Selvig 8, Tony Weyhe 4, Fríði Weyhe 2, Baldur Gillason 2, Morten Kristensen 2, David Edvardsen 1, Atli Hammer 1.
Málskjúttar Neistin: Rasmus Søby 11, Johannes Bjørgvin 4, Tróndur Kragesteen 4, Isak Vedelsbø 2, Felix Már Kristjánsson 1, Ágúst Ingi Óskarsson 1, Hanus Árason 1, Vladan Abramovic 1.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
TEAM KLAKSVÍK | 6 | 175 | 174 | 1 | 7 |
H71 | 4 | 125 | 100 | 25 | 6 |
VÍF | 6 | 178 | 163 | 15 | 6 |
KÍF | 4 | 111 | 103 | 8 | 6 |
STÍF | 5 | 144 | 154 | -10 | 5 |
NEISTIN | 6 | 179 | 180 | -1 | 4 |
KYNDIL | 5 | 114 | 152 | -38 | 2 |