Viggo í Stórustovu 70

Í morgin verður Viggo í Stórustovu 70 ár

Hann er føddur 6. juli 1933, foreldur hansara vóru Kims (Kirstine) f. Hansen, ættað úr København og Jacob Jacobsen úr Havn. Eftir kríggið skiftu tey seinna navnið til ættarnavn Jákups, í Stórustovu. Fýra synir vóru í hjúnalagnum, Kaj var elstur, doyði 16 ára gamal í 1946, síðan Viggo, Eyolf, sum doyði 44 ára gamal í 1981, Árni er yngsti, og búgva hann og Josla í Svebølle á Sælandi. Pápin doyði bráðliga í august 1952, 48 ára gamal.
Í yrkjarahami verða sjúti árini ofta javnmett æviskeiði manna - og gamli Grundtvig heldur tey vera »De stolteste strid og møje« ? og røkkur skeiðið teim áttati, »Des mere han har at døje«.
Tað var nú ikki tað, eg hevði í tonkunum, nú eg vildi bera vinmanninum kvøðu. Nakrar tankar festi eg tó á blað. Vit vóru í barnalosjuni »Summardáin« sum seks ára gamlir, tað hevur verið stutt fyri kríggið, sum annars gjørdi enda á hesum felagstátti, tí tá myrkaleggingin var ein veruleiki bar ikki til at lata smáu børnini fara frá húsum, hevur verið hildið. Tað var annars mamma hansara, Kims, sum stovnaði barnalosjuna í 1933.
Viggo vaks upp í serligum umhvørvi í einum tíðarskeiði, sum í so mongum setti merki og markaði heimin at siga ógvusliga. Stórar vóru rembingarnar í umheiminum tey árini, Viggo vaks til, og stórliga ávirkaðist eisini umhvørvið hjá Stórustovu-fólkunum her í Havn av hesum rembingum. Abbin hevði tá stóran útflutning til sponsku stórfyritøkuna Trueba y Pardo í Bilbao. Men máttmikli klippfiska-útflutn-ingurin hjá Jóannesi í Stórustovu fekk dygga smeitin, tá borgarakríggið í Spania brann á í 1936 ? og tað sveið, marknaðurin hvarv. Tá mistu tey í Stórustovu ognir sínar ? húsini bæði við Hoydalsvegin og á hamrinum á Tórgarði - var sjónligi missurin.
Hóast kvøða á 70 áramálsdegnum, er ikki av leið at nevna abban, Jóannes, sum var ein høvuðsmaðurin í strembanini at fáa fiskaturkingina, sum tá var so umráðandi vinnutáttur, »moderniseraðan« ? og hann hjálpti mongum at bøta um umstøðurnar at turka fisk ? herundir eisini at fáa upp turkihús. Saman við monnum sum Chr. Holm Jacobsen, Zacharis Heinesen og Peter Jensen fekk hann í lag fiskaturking uppi á Hálsi í Havn. Felagið gekk undir navninum NABB. Yviri við Strond fekk hann sær turkipláss við goymsluhúsi og eisini átti hann skonnartina »Sannu« saman við Napoleon Jacobsen á Glyvrum. Hann sat í nevndini á Meiarínum í 1910 og til sín deyðsdag 1941.
Mesta av hesum er úr bókini hjá Mikkjal Helmsdal »verjir fyri Havnarvág«, har stendur um Jóannes í Stórustovu: »Ein, sum kendi Jóannes væl, sigur, at í honum var í kjøti borið at hjálpa og stuðla, har tað kundi gera tað møguligt hjá manni at koma longri fram á leiðini ella fremja okkurt ávíst tiltak«.
Hesi eyðkenni um abban - »hjálpsemi var honum í kjøti borið« - man vera eginleiki, vit kenna aftur hjá eftirkomarum hansara.
Tey mongu árini vóru vit saman »í mangari ferð« ? Viggo var altíð tilreiðar at rætta eina hjálpandi hond - bar seg ikki undan. Tað var í so ymsum, umframt í uppvøkstrinum og í felagsarbeiði.
Tað var um tað mundið, tey vóru komin í nýbygdu húsini á Dalavegnum undir krígnum, og foreldur hansara høvdu »Centrum«, café og góðgætisbúðina á Áarvegnum.
Viggo tók av heilum huga lut í ungmannafelagsarbeiðnum í Losjuni í Havn og var av ídnastu forsprákarunum, tá ungmannafelagið KYNDIL varð stovnað og sum hann íðin virkaði fyri. Formaður Kyndils var hann í 1961-62 og 1964-65 umframt var hann starvsnevndarlimur í mong ár og virkin leikari, málmaður ikki at gloyma.
Hesi árini í 50-unum, 60-unum og fram í 70 árini vóru rík.
Seinni stovnaði Viggo egnan handil, Ítróttahandilin á Hoydalsvegnum. Viggo nam sær skúla í handilskunnleika í Keypmannahavn, har hann eisini var í vinnu frá 1952-56, fór síðan síðan heimaftur.
Heimafturkomin var Viggo í starvi á Fólkaeftirlitinum, men tá »Centrum« kravdi størri arbeiðsmegi, virkaði hann síðani í fyritøkuni hjá mammuni, sum eisini hevði stóra góðgætissframleiðslu, kend vóru heimagjørdu marsipanbreyðini, páskareggini og konfekt.
Men so saðlaði hann um og fór til sjós, og tað sigst, at hann var ótruliga væl umtóktur kokkur umborð á sluppuni »Bjørgvin«, sum tá var í sildavaðnum, tey árini norðhavssildin stóð tøtt á Føroyaleiðum í 50-unum og upp í 60-ini. Evnini at matgera høvdu ikki einki samband við tiltiknu góðgætisgerðina uppi á Dalavegnum.
Í 1979 fór Viggo í starv á Tryggingarsambandinum, hevði ábyrgdina av flutningi- skjalagoymslu og postinum og gavst í 1993 í hesum starvi, kreppan harða var ein orsøkin - og síðan fór hann av landinum.
Í heimi tykkara bæði í Jóannes Paturssonargøtu og á Tórgarði var gestablídni tiltikið, og mong vóru vit, sum nutu hesa vælveru ? tey minnini verða goymd millum tey dýru - og ikki gloymd.
Nú Viggo í Stórustovu situr í Silkeborg, Malmøvej 110, 8600 Silkeborg (tel 086 805470) og hondin ikki røkkur føðingardagsbarninum, bera vit tær og Ingu hjartans lukkuynski um góðan byr framyvir.

jl

Myndatekstur:


Viggo í Stórustovu í 1954


Mynd av málninginum, sum listamaðurin Jákup Olsen málaði í 1935, av húsunum hjá Johannes í Stórustovu og húsunum hjá Jakki og Kims í Stórustovu, (nú húsini hjá Ragnhild Fuglø við Hoydalsvegin), ið var barnaheimið hjá Viggo fram til kríggið, síðst í tríatiárunum