Fyri at seta punktum á umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommunu við einum braki, varð skipað fyri eini stórari konsert leygardagin, sum minti mest um ein lítlan festival.
Heili seks nøvn vóru á skránni, og bólkarnir vóru millum mest aktuellu bólkarnir.
- Vit valdu bólkarnar eftir, at teir flestu eru fløguaktuellir, meðan Orka var upplagt fyri at enda eina viku um orku. Og tað er so langt síðani vit hava hoyrt Lenu og Niklas, og tí hildu vit tað vera stuttligt at hava tey við, greiðir Petur Háberg frá.
Somuleiðis greiðir hann frá, at tey valdu at raka breitt, heldur enn at taka Ineptus ella 200. Umframt, at Petur Háberg, sum valdi bólkarnar, royndi at gera soleiðis, at stuðulskonsertin, sum var í Norðurlandahúsinum, og grøna konsertin ikki skuldu hava somu bólkar.
Flutt innandura
Ætlanin var at konsertin skuldi vera uttandura, men tá til stykkis kom, tordu fyriskipararnir ikki at hava hana uttandura, tí so umskiftandi veður hevur verið seinastu vikuna.
- Tað var kanska eitt sindur keðiligt, at vit fluttu hana innandura, tí veðrið var ikki so galið, men tað onki er so keðiligt sum at vera til eina konsert, har mann bara hugsar um, hvussu kaldur mann er, heldur enn at lurta at tónleikinum, men leygardagurin var fyrstu ferð í lívinum, at eg vónaði, at tað fór at regna, sigur Petur Háberg.
So fyriskipararnir tóku tryggu loysnin, og fluttu konsertina innandura.
300 fólk
Tað vóru eini 300 fólk til ókeypis konsertina, sum Tórshavnar kommuna rindaði fyri, men hóast talið ikki var so stórt, so er Petur Háberg glaður fyri, at tað ikki komu fleiri.
- Vit vóru eitt sindur bangin fyri, at vit ikki høvdu lýst nakað serligt fyri konsertini, men høvdu tað verið fleiri fólk, so høvdu tey ikki sloppið inn í Tjóðpallin, tá Orka spældi, sigur Petur Háberg.
Hann metir somuleiðis, at Tjóðpallurin er ein hin besti pallurin í landinum til konsertir.
Fyri tey ungu
Hóast fólkini, sum komu at lýða á ymisku bólkarnar á grønu konsertini, vóru í ymiskum aldri, so var høvuðsendamálið við konsertini at geva teimum ungu eina fatan av, at umhvørvisvika, ikki bara er, at mann skal út at rudda.
- Vit valdu at branda vikuna við eini konsert, tí ungdómarnir kenna bara vikuna frá at skula rudda, sigur Petur Háberg, samskipari.
Konsertin var frá klokkan 16 til klokkan var farin av hálvgum ellivu leygarkvøldið. Enn er ikki greitt, um tílíkar grønar konsertir vera eitt afturvendandi tiltak.